Yvirtaka fyrst og so diskutera loysingina

Ofta verður tosað um loysingarsinnaðir javnaðarmenn mótvegis sambandssinnaðum javnaðarmonnum. Tað er burturvið at tosa soleiðis, tí Javnaðarflokkurin hevur eitt vældefinerað uppskot um Sjálvstýrislóg, sum er ein loysn, ið tryggjar sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin.

Millumvegurin
Tjóðveldismenn vilja altíð síggja markið innanfyri ríkisfelagsskapin sum sambandskt, meðan sambandsmenn vilja altíð tulka fult sjálvbjargni sum ov loysingarkent. Javnaðarflokkurin miðar móti fullum sjálvbjargni í ríkinum. Um fólk ganga og halda, at Javnaðarflokkurin skal taka undir við fullveldisætlanini hjá Tjóðveldisflokkinum, so fara tey skeiv, tí nettup markið við ríkisfelagsskapin er munurin millum hesar flokkar.

Fullveldi hypotetiskt í dag
Tað er margháttligt, at Tjóðveldisflokkurin altíð ákærir Javnaðarflokkin fyri at verða sambandskan, tí vit eru so ómetaliga langt frá málinum um sjálvbjargni, ið flestu flokkar kunnu semjast um. Munurin á Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum er, at Javnaðarflokkurin vil verða verandi í ríkinum og Tjóðveldisflokkurin vil útum. Um Tjóðveldisflokkurin ikki var so grammur eftir at staðfesta fullveldi og harvið hevur vent sjálvstýristilgongdina á høvdið, so kundu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og aðrir flokkar yvirtikið mál fyri mál og arbeitt hóvliga fram móti búskaparligum sjálvbjargni. So kundu føroysku flokkarnir eftir tað tikið slagsmálið um innafyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, tá fullveldi ikki longur bert er ein hypotetiskur møguleiki.