Yvirtaka Fiskavirking mánadagin

Tað fyrsta, sum nýggju eigararnir av Fiskavirking leggja dentin á, er at fáa skipini út aftur sum skjótast. Tað sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja, sum er ein av nýggju høvuðseigarunum í Fiskavirking.

Hann fegnast um, at støðan nú er greið.

- Vit hava roynt leingi eftir skipum og virkjum og loksins eydnaðist tað, so vit kunnu ikki annað enn fegnast, sigur hann.

Keypsprísin vil hann ikki avdúka.

Anfinn Olsen sigur, at hesar næstu dagarnir skulu tey formligu viðurskiftini avgreiðast og tí hava teir ásett yvirtøkudagin til mánadagin.

Tá vónar hann at fiskiloyvi og øll onnur viðurskifti eru fingin í rættlag.

Enn er so stutt fráliðið, at hann fær lítið og onki sagt um, hvussu teir fara at skipa seg.

- Men tað fyrsta, vit brúka allar kreftirnar upp á, er at fáa skipini út aftur sum skjótast.

Men akkurát nær tað verður, dugir hann ikki at siga, tí tað veldst um, nær øll formlig viðurskifti eru avgreitt.

Sostatt dugir hann heldur ikki at siga, nær arbeiðið verður tikið upp aftur.

Hann sigur, at bústjórarnir vildu selja so stóran parta av Fiskavirking, sum gjørligt og so bleiv tað fýra virki og seks skip, sum tað sæst aðrastaðni á Portalinum.

Tað mest óvæntaða er, at teir eisini hava keypt virkið í Vági, men Anfinn Olsen vil ikki rættiliga út við, hvat tað skal brúkast til.

Hinvegin fortelja vágbingar, at skotar eru sæddir á virkinum, har teir hava gingið hugsunarsamir og hugt seg um og tað hevur fingið fólk at gita, at virkið í Vági skal verða uppisjóvarvirkið.

- Tað fært tú meg ikki at vátta, men onkrit tankar eru, sigur Anfinn Olsen.

Myndina hevur Erik Christensen tikið.