Orsøkin til, at myndugleikarnir í Eysturríki vilja tvangskeypa húsið í Braunau, har Adolf Hitler var borin í heim í 1889, er millum annað eitt stríð í fleiri ár um, um hvussu bygningurin skal kunna tilpassast, so rørslutarnað lættliga skulu kunna flyta seg í honum.
Men størsta orsøkin er helst, at myndugleikarnir við tvangssøluni kunnu forða fyri, at nakar skal kunna yvirtaka húsið fyri at brúka tað til at skapa og fremja nazistisk hugskot, skrivar Spiegel Online.
Tann kvinnan, sum eigur bygningin, hevur leigað eysturríkska innanríkisráðnum hann, men seinnu árini hevur húsið ikki verið so væl egnað sum leigumál, samstundis sum innanríkisráðið framvegis hevur rindað góðar 37.000 krónur í mánaðarligari leigu.
Síðst í juni mánaði verður roknað við, at umsitingarliga og løgfrøðiliga arbeiðið í sambandi við tvangskeypið er liðugt, og fram til tað skulu myndugleikarnir so taka eina avgerð um, hvussu húsið skal brúkast í framtíðini, eftir at myndugleikarnir hava yvirtikið tað.