At yvirtaka mál í hesum tíðum er so ørt, sum hugsast kann.
Sannheitin er tann, at alt ov nógv er yvirtikið, sum er, men tað má so verða, nú má svíða sum svøllir, hvat tí viðvíkur.
Tað er illa umhugsað, at slík mál koma á tingborð, óansæð um tey kosta lítið ella stórt. At rópa tað valstríð í Javnaðarflokkinum førir við at verða ímóti yvirtøkuni av hesum lítla málið, kunnu vit altíð trætast um.
Men seinasta veljarakanning, hon var ein ógvuslig ávaring til flokkin, hvat yvirtøkum viðvíkur. Tey gomlu og veiku eru blivin bangin, tey duga at hugsa.
Hvaðan skal pensónin koma, tá Føroyar eru blivnar ein sjálvstendigur statur? Hon kemur ikki upp úr jørðini. Javnaðarflokkurin verður noyddur at koma sær aftur á jørðina, hann hevur flogið alt ov høgt hesa seinastu tíðina.