Yvirtøka og úbygging av Vága Floghavn

Mikudagin 21. mars var samrøða prentað við undirritaða, sum blaðmaður frá Sosialinum hevði havt í farnu viku.

 

Eivin H. Jacobsen



Tá samrøðan umfataði meira enn tað, sum bleiv ført fram í Sosialinum, vil eg lýsa málið eitt sindur neyvari. Ikki so at skilja, at blaðmaðurin hevur skriva nakað, sum undirritaði ikki kann standa inni fyri, men meira fyri at taka saman um í hesum týdningarmikla máli, sum er sera rúgvusmikið og um 9 mánaðir skal í føroysk ringbind og hillar at standa.

Viðmerkingin í Sosialinum bleiv gjørd út frá einum tíðindastubba í sjónvarpinum, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum upplýsti, at grót úr Gásadalsbergholinum skuldi brúkast til at leingja flogvøllin við 200 metrum, upp til 1450 m, sum var tað mesta vøllurin kundi leingjast, og at hettar arbeiði kundi gerast fyri 137,5 mill kr. og eftir hetta mátti politiski myndugleikin taka støðu til, hvat víðari skuldi henda í flogvallarmálinum.

Hvussu nógv vøllurin skal leingjast fyri at nøkta ein framtíðartørv, skal undirritaði ikki gera seg klókan uppá, tað kunnu aðrir gera, men bert sláa fast, at Landsbyggifelagið í 1988 gjørdi eina útbyggingarætlan um leinging av vøllinum, sum var í trimum. Eitt upp til 1450 m, eitt til 1800 m. við forskotnum terskli, sum bert kundi nýtast fult út tá talan var um fráferð og so til 1800 metrar uttan avmarkingar. Prísirnir vóru ávikavist 185,3 - 304,3 og 316 mill. Tá hettar er einasta almenna kostnaðarmeting sum fyriliggur, má tað verða rætt at halda seg til hesi tøl, so leingi einki annað fyriliggur.

Tað, sum er mest áhugavert í hesum samanhanginum er, at hettar er bert ein lítil partur av einari umfatandi útbygging sum stendur fyri framman. Aðrar útbyggingar, sum neyvan tola at bíða leingi afturat, so sum terminalurin, stendur fyri stórum um- og útbyggingum. Kostnaðarmeting er gjørd. sum ljóðar uppá ca. 35 mill.

Í 1988 var tann seinasta útbyggingin á flogvøllinum í Vágum tikin í nýtslu, tað var útbyggingin av terminalinum: Tá fóru 108.448 fólk um flogvøllin í Vágum. Ár 2000 fóru 143.208 fólk um vøllin, ein øking uppá góð 32%. Taka vit teir fyrstu mánaðarnar í ár, er økingin ávikavist 5% og 14%, so vøksturin, sum bert er at fegnast um, heldur áfram.

Aðrar útbyggingar eru eisini neyðugar í komandi tíðum. Ferðslan um Vestmannasund verður økt munandi, tá tunnilin um ca. 2 ár verður tikin í nýtslu. Parkeringsviðurskiftið eru ein stórur trupulleiki, sum er. Hvussu hesið viðurskiftið verða, tá ferðslan økist við einum 30-40%, er ikki ilt at meta um, men ein íløga uppá einar 5 mill. er ikki óhugsandi.

Parkering til tyrlur, nú oljuvinnan stendur fyri framman, mugu eisini betrast og eitt tal sum 5 mill. man ikki verða langt av leið, so brúka vit tølini hjá Landsbyggifelagnum uppá fullar 1800 m. og við nevndu útbyggingum, eru vit uppi á 375 mill kr. Velja vit at brúka tølini hjá landsstýrismanninum, sum eru uppá 137,5 við 200 metrum, og áðurnevndu útbyggingum, er talan um ca. 182 mill. Afturat hesum skal eitt rakstrarhall uppá ca 10 ? 12 mill. plaserast á fíggjarætlanina fyri 2002.

Tá vit 01.01.2002 taka við ábyrgd av einasta loftvegis samferðslukervinum til útheimin, má ein fyrispurningur til landstýrismannin í samferðslumálum kunna setast, hvussu pláss skal gevast fyri omanfyri nevndu upphædd á fíggjarlógini, tá blokkurin skal minkast við 3-400. mill. á komandi fíggjarlóg, og stórar avbjóðingar standa fyri framman, hvat einari oljuvinnu viðvíkur.

Viðvíkjandi sjálvari yvirtøkuna eru fleiri, sum rista høvur, nú bert 9 mánaðir eru eftir. SLV hevur bert driftina av tveimum vøllum eftir, Vágarnar og Bornholm. Hettar er eitt mál í sær sjálvum, at avlevera vøllirnar til kommunurnar ella amtini, Odense var tann seinasta, men hettar hevur ikki verið rist ófyrireika úr ermuni, men tikið fleiri ár at avvikla. Hvat við eigaraviðurskiftum, loyvum og starvsfólkaviðurskiftum?

Um okkara politiski myndugleiki hevði kunna verið samdur, so var eingin ivi um, at fleiri av útbyggingunum kundu verið gjøgnumførdar. Vit kundu lært nógv av grønlendingum, har eru nýbyggingar og útbyggingar gjørdar fyri fleiri 100 mill. í ikki minni enn 6 vallir.

Tað skal eingin ivi verða um, at undirritaði meinar, at øll samferðsla, eisini loftferðsla, skal verða á føroyskum hondum. Men hettar skal gerast við skili, og ikki við einari grótrúgvu suður um endan á flogvøllium sum narrisuttu, og fyri at fáa eina fjøður í hattin.

Tá almenningurin hevur havt ynski um at blivið hoyrdur um tað nýggja Suðuroyðarskipið, sum eisini er í lagi, tí hvør annar kennur betur tørvin, so átti almenningurin eisini verðið hoyrdur um yvirtøku og útbygging av Vága floghavn.