Yvirtíð elvir til mistøk í sjúkrarøktini

Tað kann vera hættisligt fyri sjúklingarnar, um sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða meiri enn vanliga arbeiðstíð. Tað vísir ein kanning, sum tveir lærdir háskúlar í USA og Kanada hava gjørt.

Lanningin vísti, at mistøkini verða fleiri, um sjúkrarøktarfrøðingarnir arbeiða meiri enn 40 tímar um vikuna. Eitt nú mistóku fleiri seg, tá tær skuldu geva sjúklingunum heilivág, og tær vóru heldur ikki só kringar við nálini.

11.500 sjúkrarøktarfrøðingar vóru við í kanningini, sum er kunngjørd í tíðarritinum Journal of Safety Research.