Yvirskotið tódnar

Yvirskotið av rakstrinum av føroyska samfelagnum minkar komandi ár. Enn leypa góðar 100 milliónir krónur av, um avdráttir av skuld landskassans ikki verða roknaðir uppí. Pláss verður framvegis fyri skattalætta, lovar landsstýrismaðurin, men afturfyri skal sparast ? serliga í almennu landsumsitingini

Hann dregur á luftina í føroyska búskapinum, og tað sæst aftur á uppskotinum til løgtingsins fíggjarlóg fyri 2004, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, legði fram seinnapartin týsdagin.
Samlaða úrslitið er hóast alt eitt lítið yvirskot. Fíggjarlógaruppskotið vísir eitt avlop á 100,6 milliónir krónur aftan á rakstrar-, løgu og útlánsútreiðslur. Men tá árligu avdráttirnir av skuld landskassans eru goldnir, síggjast reyð tøl á botnlinjuni.
Nógv tann størsti parturin av landskassaskuldini er lánið til danska ríkiskassan, sum verður goldið aftur við 323 milliónum krónum árliga yvir 20 ár. Vanliga verða avdráttir ikki tiknir við, tá rakstrarúrslitið av at reka føroyska samfelagið verður útroknað, men hinvegin er tað júst hetta, sum serliga andstøðan plagar at brúka fyri mála sína mynd av endaliga úrslitinum av politikkinum hjá samgonguni.
Hvussu er og ikki. Avlopið á fíggjarlógini fyri 2004 er 100,6 milliónir krónur, og tað er nakað lakari enn avlopið av fíggjarlógini fyri 2003, sum var 139,6 milliónir krónur hægri.

Varligar sparingar
Í fíggjarlógaruppskotinum til 2004 verður lagt upp til, at fíggjarlógin ikki skal virka tálmandi, nú niðurgongdin í altjóða búskapinum eisini hevur rakt føroyska búskapin. Tað verður gjørt við einari varisligari lækking av útreiðslunum og við at halda fram at veita skattalættar í 2004, lovar Karsten Hansen, landsstýrismaður.
Aðalmálið er enn sum áður fullveldi við sjálvberandi føroyskum búskapi. Arbeitt verður tí framhaldandi við at tillaga útreiðslur landskassans til minkandi blokkstuðul úr danska ríkiskassanum. Sparingar mugu tí fremjast í 2004, sum raka gerandisdagin hjá føroysku borgarunum minst møguligt, sigur Karsten Hansen í viðmerking til fíggjarlógina.
Sparingarnar skulu eisini síggjast í ljósinum av, at óvanliga stóri vøksturin í føroyska búskapinum seinastu árini, nú er steðgaður, og vøksturin í ár fer at liggja undir 3,6 prosent í ársins prísum. Høvuðstrupulleikarnir til niðurgongdina í búskaparvøkstrinum sigur landsstýrismaðurin stava frá trupulleikunum í alivinnuni, og at prísirnir á fiski á heimamarknaðinum eru falnir nógv og eru lágir í løtuni.Sparingar verða framdar við at gera »dagføringar og broytingar í lógarbundnu útreiðslunum, soleiðis at tær støðugt verða tillagaðar føroyskum viðurskiftum,« verður sagt. Ætlanin er eisini at umleggja skuldina hjá landskassanum til danska ríkiskassan, so rentuútreiðslurnar vera minni. Alt sparingar, sum í lítlan mun ávirka gerandisdagin hjá føroyska borgarunum, sigur Karsten Hansen.

Suðuroy raðfest
Í fíggjarlógini síggjast eisini aftur tær raðfestingar, sum samgongan ger. Sambært fíggjarlógini hava heilsumál, almannamál og útbúgving fingið hægstu raðfesting. Landsstýrið hevur tí gjørt eitt fíggjarlógaruppskot, har høvuðsraðfestingarnar fara til sjúkrahúsverkið, eldraøkið og útbúgving.
Á íløgusíðuni fer landið at gera løgur fyri 313 milliónir krónur. Samstundis verða bygningar hjá landinum seldir fyri 66 milliónir krónur, og tí verða íløgurnar hjá landskassanum 247 milliónir krónur netto.
Nýggja suðuroyarskipið er størsta einstaka íløgan hjá landinum nakrantíð. Skipið kostar góðar 300 milliónir krónur at byggja og verður goldið yvir trý ár. Í 2004 verður síðsta gjaldið á 109 milliónir krónur goldið. Harafturat skulu 38 milliónir krónur brúkast til nýggja samferðsluhavn í Trongisvágsfirði.
Íløgur verða eisini gjørdar fyri 32 milliónir krónur til sinnisveik, eldrabústaðir, býli til heimleys, venjingarmiðstøð, bústovnar til børn við serligum tørvi og innan serforsorg. Útbúgving og gransking fáa tilsamans 35 milliónir krónur á løguætlanini.
Blaðið fór til prentingar, áðrenn tíðindafundin seinnpartin í gjár, og tí verður meira at frætta í morgin.