Teir, sum standa fyrst fyri at merkja eina niðurgongd, verða sjálvandi skipini og manningarnar.
Tað eru í fyrsta umfari teir, sum beinleiðis liva av inntøkuni, sum fiskiskapurin gevur.
Vit hava biðið Jákup Sólstein, formann í Reiðarafelag Føroya um eina viðmerking til tað, sum Fiskaren skrivar.
? Jú, tað er altíð ein vandi fyri hesum sigur Jákup Sólstein, sum leggur afturat at tað er teirra meting, at eitt nú prísurin á frystum toski hevur toppað, sum hann tekur til.
Hvønn týdning fær tað fyri skipini?
? Tað fær sjálvandi tann týdning, at yvirskotið, sum skipini hava havt hvørva.
Jákup Sólstein sigur, at skipini hava havt tvey góð ár í 97 og 98, og at tað eru prísirnir, sum hava verið orsøkin til tað.
? Studningurin varð tikin burtur, men tann góði fiskaprísurin hevur kompenserað fyri tí, sigur Jákup.
Hvussu stóra niðurgongd í prísinum tola skipini so?
? Í grundini tolað vit onga niðurgongd í fiskaprísinum. Ein ógvuslig niðurgongd fer at merkja, at tað vera gjørdar færri íløgur og ábøtur á skipini í nærmastu framtíð.
Hann leggur afturat, at íløgurnar eru smáar sum er. Tað eru bert tær allarmest neyðturviligu íløgurnar gjørdar, sigur hann.
Annars vísir Jákup Sólstein eisini á, at tað verður landskassin, sum verður tann stóri taparin, um fiskaprísirnir fella ov nógv.
Inntøkan hjá sjómonnunum fellur og harvið fellur eisini skattainntøkan hjá landinum.
Men tað er ikki alt, tí tá fleiri av skipunum hava havt so stórt yvirskot at tey hava goldið skatt seinastu tvey árini. Og hvørvur yvirskotið, so hvørvur partafelagsskatturin hjá skipunum eisini, sigur Jákup Sólstein og staðfestir, at hóast skipini verða tey fyrstu sum merkja sviðjan av einum fallandi prísi, so fer tað eisini at svíða hjá landskassanum, sigur Jákup Sólstein at enda.










