Yvirskot hjá SEV endar í íslendskum lummum

Hvat fáa føroyingar burtur úr at selja Magn ein triðing av vindmyllunum hjá SEV?


Hvørjir fyrimunir eru við at lata Magn yvirtaka ein part av vindmyllunum hjá SEV?

Tað er ein spurningur, Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú skal greiða løgtinginum frá.

Tað vakti ans, tá ið tíðindini bórust nakað síðani, at nýggja vindmyllulundin hjá SEV skal leggjast í eitt nýtt felag, sum Magn skal eiga ein triðing av.

 

Og nú hevur Aksel V. Johannesen, formaður og tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, hvat føroyingar fáa burtur úr hesum samstarvi.

Hann vil eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til, at Magn ognar sær ein triðing av vindmyllulundini.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at myllurnar gera tað bíligari at gera streym og í longdini eigur tað at koma brúkarunum til góðar

Men nú eru ítøkiligar ætlanir frammi um, at ein partur av virkseminum hjá SEV skal seljast íslendska oljufelagnum, MAGN, sigur Aksel V. Johannesen.

- Ætlanin er nevniliga, at MAGN skal eiga ein triðing av vindmylluparkini í Húsahaga.  

 

Endamálið hjá SEV er ikki at skapa vinning, men íløgurnar og virksemið hjá kommunala felagsskapinum skulu hvíla í sær sjálvum.

 

- Skal ein útlendskur íleggjari nú eiga ein part av vindmylluparkini, kann hugsast, at rationaliseringin, sum stendst av íløguni í vindmylluparkina ikki fult og heilt kemur føroyskum vinnlívi og føroysku húsarhaldunum til góðar, men í staðin endar í lummunum hjá íslendskum íleggjarum, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Í hesum sambandi minnir hann á, at SEV, kommunurnar og landsstýrið hava til eina og hvørja tíð skyldu til at tryggja vinnulívinum og fólkinum bestu fortreytir.