Roknskapur
Í tíðindaskrivi sigur Sparikassin, at úrslitið er ávirkað positivt av vinningi av virðisbrøvum, meðan stakútreiðslur í farna árinum hava virkað skeiva vegin.
Nýggj deild verður latin á Tvøroyri, umframt at arbeitt hevur verið við eini umlegging til partafelag, og hesum hava eykaútreiðslur staðist av. Umleggingin verður ætlandi gjøgnumførd í 2006. Hartil hava øktu íløgurnar eisini ávirkað avskrivingarnar, sum í 2005 vóru 323 tkr. Tær vóru 196 tkr. í 2004.
Útlánini í Suðuroyar Sparikassa vuksu i 2005 við 16%, úr 270 mill. kr. í 2004 til 313 mill. kr. í 2005. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er nú 15,2 %, í mun til 20,7% í 2004. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er framvegis væl hægri enn lógarkravið á 8%. Innlándini hækkaðu samstundis 5%. Úr 319 í 334 mió kr.
Eginpeningurin hjá Suðuroyar Sparikassa er nú 38,6 mill. kr. og svarar úrslitið í 2005 til ein renting av eginpeninginum á 2%.
Fíggjarstøðan javnvigar 31. desembur 2005 við 383 mill. kr. í mun til 363 mill. kr. 31. desembur 2004
At enda verður sagt, at stjórnin í felagnum væntar eitt positivt úrslit í 2006.