Yvirskot eftir einum ári

Tað var ein hampuliga errin stjóri, sum fyri stuttum legði fram ársroknskapin fyri 2005 hjá Føroyaprent.
Hóast yvirskotið á 167 tkr. kann tykjast heldur lítillátið fyri eitt virki av hesari stødd, so er hetta eitt úrslit, sum leiðslan metir sum sera nøktandi.
 Vit hava jú framt stórar broytingar, síðani Hesprent og bókaprentið hjá Dimmalætting varð lagt saman. Bæði tá tosað verður um framleiðslu, starvsfólk, tólbúnað og hølisumstøður. Og tí var væntandi, at tað kundi taka nakað av tíð at fáa raksturin aftur á beint. Men tað hava vit so fingið longu næsta árið, og tað eru vit framúr væl nøgd við, sigur Jon Hestoy, stjóri.
Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði tann 1. januar við 21.494 tkr. Eginognin var tað7.108 tkr.