Yvirskot, blokkstuðul og annað

Hesa seinastu tíðina hevur verið fokuserað nógv uppá tað hall, sum fiskivinnan undir Føroyum gevur. Búskaparfrøðingar geva okkum, við sera avgjørdum meiningum um orsøk og virkning, uppskriftina uppá, hvussu vit kunnu venda hall til yvirskot

Hesa seinastu tíðina hevur verið fokuserað nógv uppá tað hall, sum fiskivinnan undir Føroyum gevur. Búskaparfrøðingar geva okkum, við sera avgjørdum meiningum um orsøk og virkning, uppskriftina uppá, hvussu vit kunnu venda hall til yvirskot.

Ásannandi at alt er relativt og at mátin, tú lesur roknskapin uppá, er avgerandi fyri úrslitið, farið eg at biðja blaðið endurprenta grein, sum stóð í norska blaðnum Fiskaren 26. juni í ár. Í felagsskrivinum hjá Meginfelag Útróðrarmanna hava vit umrøtt hana, men eg haldi, hon skal fáa fult rættvísi, serliga nú, og verða prentað í fullum líki.

Jú, fiskivinnan kann saktans klára seg uttan blokkstuðul, men hvussu er vorðið aðrastaðni?