Yvirskeggið hjá Dali óskalað eftir 28 ár í kistuni

Grøvin hjá heimskenda listamanninum varð hósdagin latin upp

Hósdagin var kistan hjá spanska listarmanninum Salvador Dali tikin úr grøvini og latin upp.

Orsøkin var, at 61 ára gamla Maria Pilar Abel úr Katalonia vildi verða við, at mamma hennara hevði samband við listarmannin, og at hann gjørdi mammuna við barn. Tí sigur Maria Pilar, at hon er barn hjá Salvador Dali. Higartil hevur verið hildið, at Dali var barnleysur.

Pástandurin hevur eftir øllum at døma havt so mikið av tyngd, at myndugleikarnir hava valt at kanna hann. Tað kann gerast lættliga við dna-roynd, og tí var kistan hjá Dali latin upp fyri at fáa tilfar úr tonnum, negl og beinagrind til dna-roynd.

Kroppurin hjá Salvador Dali var balsameraður, tá ið hann doyði fyri 28 árum síðani, og BBC skrivar úr Spania, at eyðkenda skeggið hjá Dali var púra óskatt eftir 28 ár í grøvini – tað sat júst, sum tað plagdi.

DR skrivar, at Ian Gibson, sum hevur skrivað ævisøgu um Salvador Dali, er ivasamur um pástandin hjá kvinnuni úr Katalonia.

- Dali segði altíð: Eg eri impontentur. Tú verður noyddur at vera impotentur fyri at verða ein stórur málari, sigur Ian Gibson sambært DR.

Um nakrar vikur verður úrslitið av dna-royndini greitt.