Yvirmenninir dømdir í fongsul

Skiparin og stýrimaðurin á bingjuskipinum Rema, sum sigldi á Astrolabe-rivið við Ný Sæland tann 5. oktober í fjør við næstan 1.400 bingjum umborð, eru nú dømdir at sita sjey mánaðir í fongsli.

Í rættinum viðgingu teir, at teir høvdu gjørt mistøk, og sambært sjóferðslumyndugleikunum rendi skipið á land, tí yvirmenninir høvdu valt at fara eina aðra kós enn ta ætlaðu fyri at halda ferðaætlanina hjá skipinum.

Rema brotnaði av um tvøran í januar, og óhappið er tann ringasta umhvørvisvanlukkan í ný sælendsku søguni. Meiri enn 300 tons av olju runnu út í sjógvin og dálkaðu strendurnar, har minst 20.000 sjófuglar doyðu.