Yvirmannað bjargingarlið

Tað tók meira enn hálvan annan tíma at fáa øll tey skaddu burtur frá vanlukkustøðunum í Vágatunlinum mikukvøldið, men venjingin gekk væl, segði annar av donsku konsulentunum, Per Teglgaard, tá ið venjingin var av

Skuldi ein vanlukka hent í undirsjóartunlunum, er sera umráðandi, at tilbúgvingin er í lagi, og tí eru javnan venjingar í tunlunum.
Fimta hvørt ár er ein stór venjing, har so nógvir partar sum gjørligt av tilbúgvingini luttaka, og mikukvøldið var ein stór venjing í Vágatunlinum við samanlagt 166 luttakarum, harav nøkur og tjúgu vóru gestir.

Væntað venjingin
Nevnast skal beinanvegin, at bæði sløkkilið, sjúkraflutningstænastan, bjargingarlið, løgreglan og øll hini luttakandi vistu frammanundan, at venjingin fór at verða hetta kvøldið.
Venjingin gekk út uppá, at eldur var komin í ein buss, sum var fullur av fólki, og tveir bilar vórðu so rendir inn í bussin.
Hinumegin frá kom ein vørubilur, sum av roykinum frá bussinum rendi inn í tunnilsveggin, av tí at bilførarin sá ikki at koyra orsakað av roykinum. Tríggir bilar rendu inn í henda vørubilin.
Tað vóru sostatt tvey vanlukkustøð.

Samskiftið svíkur
Í undanfarnu kanningum hevur veikleikin í tilbúgvingini altíð verið, at samskiftið hevur verið ov vánaligt. At royna samskiftið var fremsta endamálið við hesi kanningini. Okkurt bendi á, at samskiftið í hesi venjingini heldur ikki var so gott, sum tað átti at verið.
19.03 kom eldur í bussin. Bussførarin boðaði frá vanlukkuni,og tá ið fyrsta fólkið fór eftir eldsløkkjaranum í tunlinum, fóru allar ávaringar í gongd.

19.13 fekk stjórin fyri tunlinum boðini. Tá vóru øll sløkkiliðini og onnur kunnað.
Tað gekk ein løta, so var fyrsti sløkkiliðsbilurin í Kvívík á staðnum. Bilurin varð vendur, so hann var klárur at flýggja út aftur úr tunlinum.

Róp og skrál
Úr bussinum, sum 13-14 fólk vóru í, hoyrdust róp og skrál. Róp um hjálp, og ein róptu, at har vóru trý fólk illa skadd.
Tað var ógvuliga stressandi hjá slkøkkiliðsmonnunum at gera sítt arbeiði, meðan tey skaddu skrálaðu og róptu um hjálp.
Mitt í øllum ætlaðu tveir skaddir menn sær at rýma, men teir vóru steðgaðir av sløkkiliðsmonnunum úr Kvívík. Løtu seinni fóru tvær forfardar gentur úr bussinum og ætlaðu sær avstað, men hóast tær gjørdu mótstøðu, vórðu tær hildnar aftur.
Meðan vit standa við vanlukkustaðið hjá bussinum og teimum báðum bilinum, fáa vit ikki fylgt við, hvussu gongur á hinum vanlukkustaðnum.
Ein telefon hjá einum fyriskipara avdúkar, at tað gongur eitt sindur illa vágamegin hjá leiðarunum at hoyra hvør annan, men umsíðir skilst, at ein biðjur um at fáa fólk inn í tunnilin til tað vanlukkustaðið.

Nógv skadd
Sløkkiliðið ger klárt til at sløkkja eldin í bussinum og teimum báðum bilunum, sum vit standa við. Eingin fer inn at hjálpa teimum í bussinum, fyrr enn eldurin er sløktur.
Teir spula við roykkavaraútgerð fyrst við vatni og síðani við skúmi.
Tá ið 22 minuttir eru farnir, frætta vit frá hinum vanlukkustaðnum, at níggju fólk har eru skadd, og at boð eru send eftir tyrluni. Alarmsentralurin hevur eisini fingið boð um hetta.
Sløkkiliðið í Kvívík veit, at um uppgávan er so stór, at teir ikki megna hana, skulu teir senda boð til Vestmannar eftir sløkkiliðnum har, og klokkan 19.28 frætta vit, at vestmenningar eru á veg.
Nakrar fáar minuttir eftir vóru vestmanningar á staðnum, og samstundis komu sjúkraflutningsfólk.
Hálvur tími gekk, frá tí at boðini um vanlukkuna ljóðaðu, til fyrsti sjúkrabilur var á staðnum.
Tá fóru so fyrstu viðgerðarnir frá sjúkraflutningstænastuni inn í bussin.

Flýddu
Aftur flýddu tvær gentur úr bussinum. Tær vóru púra skelkaðar og ætlaðu at hjálpa fast kleimndu fólkunum í bilunum, men ein sløkkiliðsmaður royndi at sissa og fekk tær burtur frá staðnum.
Á vanlukkustaðnum tykist alt vera nokkso ruðuleikakent. Fólk renna aftur og fram, og eingin leiðari sæst. Summir menn standa bara upp og niður.
Vit spyrja, hvar leiðslan er, og fáa at vita, at leiðararnir standa úti við munnarnar. Vit spyrja nærri, um eingin leiðari er á staðnum. Løtu seinni fáa vit svarið, at tað er hasin maðurin. Hann hevur einki frámerki, men vestmenningar og kvíkingarar kenna hann helst og vita, at hann er liðleiðari.
So byrjaði teir at bera skadd fólk úr bussinum í sjúkrabilar, sum síðan fóru furandi avstað suður á Landssjúkrahúsið við teimum.
193 varð farið undir at skera bilarnar við fest kleimdu fólkunum í upp. Tað tók heilt langa tíð, men ein fyriskipari lýddi mær í oyrað, at tað hevði sína orsøk. Heesin partur av venjingini var eisini fyri at læra fleiri sløkkiliðsfólk at skera.
194 Sløkkiliðsfólk og ikki sjúkraflutningsfólk lyftu tey skaddu í bilunum yvir á børur.
19.58 sat ein kvinna framvegis føst í einum bili.

Eingin kreppuhjálp
Tað tóktist eitt sindur løgið, at eingin fór inn í bussin at taka sær eitt sindur av teimum skelkaðu fólkunum í bussinum. Sagt verður annars, at tann umsorganin hevur ómetaliga nógv at siga.
Vit fara yvir til hitt vanlukkustaðið, og har stendur kommunulæknin Marjus Dam og hevur yvirlitið yvir, hvussu nógv fólk eru skadd, og hvussu nógv eru álvarsliga skadd.
Hann sigur, at uttan fyri stendur tyrlan klár at flyta fólk suður á Landssjúkrahúsið.
Løtu seinni frætta vit, at tá ið sjúkrabilurin kemur út við fólki til tyrluna, er eingin tyrla. Hon var noydd at fara, tí júst tá var ein veruligur sjúkraflutningur til hennara. Av tí sama noyddust sjúkrabilurin at venda og koyrdi so suður til Havnar.

Ov nógv fólk
Á hesum skaðastaðnum vóru ómetaliga nógv fólk, tí bjargingarfelagið út Vágum var eisini komið. Tveir triðingar av fólkunum høvdu einki at gera á staðnum, stóðu hendur í lumma.
Sum ein fyriskipari tók til:
- Har vóru so nógvir menn, at teir kundu gjørt eitt stórt orkestur.
Tað gongur heldur illa hjá okkum at eygleiða, hvat fer fram á hesum skaðastaðnum, tí ein sløkkiliðsmaður úr Sørvágur kýstaði okkum burtur. Tað plagar annars at vera løgreglan, sum tekur sær av tí uppgávuni. Men har var tá ikki komin nøkur løgregla enn.
20.25 frætta vit, at framvegis er eitt skatt fólk eftir at fáa burtur.
Tá er politiið komið.
Sjúkrabilarnir vóru nógvir, og vit síggja eisini ein úr Klaksvík. Um hann var við í venjingini ella var í Vágum í øðrum ørindum, visti eingin at siga.
Tað undraði okkum ikki sørt, at bara ein lækni var á staðnum, og hann var á vanlukkustaðnum nærri vágalandinum. Á hinum staðnum, við bussin, var ongantíð nakar lækni.
Aftaná venjingin segði danski konsulenturin Per Teglgaard, at hann helt venjingina vera góða, og hann helt tað vera rætt, at hjálparfólkini vóru tveitt út í hesa stóru uppgávu fyri veruliga at kunna royna seg. Okkurt mundi tó vera at seta fingurin á, og tað kann so gerast betur næstu ferð.
Nú verður so ein frágreiðing skrivað, og hon verður væntandi liðug um tvær ella tríggjar vikur.