Formaðurin í Autismufelagnum fegnast, nú myndugleikarnir binda seg til at lætta um gerandisdagin hjá børnum við autismu og familjum teirra.
Lyftið var givið fyrrapartin, tá ikki færri enn trý landsstýrisfólk og formaðurin í Kommunufelagnum skrivaðu undir felags yvirlýsing, har tey binda seg til at samstarva.
Samstarvið tekur støði í einum nýggjum tilmæli um at skipa eina góða tilgongd hjá familjum við barni við autismu. Endamálið við tilmælinum er í stuttum at tryggja, at børn við autismu og familjur teirra fáa eitt samskipað heildartilboð.
Eitt tilboð, har avvarandi myndugleikar taka ábyrgd av sínum parti av tænastuni og taka ábyrgd av at samstarva og samskipa tænastuna við aðrar myndugleikar.
Formaðurin í Autismufelagnum vísir á, at í dag er ikki óvanligt at familjur hava okkurt um 14 ymiskar, almennar myndugleikahurðar at banka uppá fyri at fáa hjálp til síni børn við autismu.
– Tað, sum hendir, er at familjan blívur burtur. Man missir familjuna burtur í øllum hurðunum, sigur Jørmund Foldbo.
Tilmælið leggur í stuttum upp til, at foreldrini verða loyst frá uppgávuni at skula samskipa øll tilboðini, ið barnið hevur tørv á. Í staðin skal ein heildarætlan gerast fyri hvørt barnið, og myndugleikarnir skulu samstarva tvørtur um fakmørk.
– So í tí stóra og heila vænta vit, at familjan, sum blívur burtur undir verandi skipan, kemur aftur í aftur, sigur Jørmund Foldbo.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum í Almannamálaráðnum í morgun, tá ið yvirlýsingin varð undirskrivað.
Les eisini: Langi bíðilistin skal styttast
Hoyr samrøðu við Jørmund Foldbo við at trýsta á pílin undir myndina.