VMF mótmælir førda politikkinum hjá sjúkrahúsleiðsluni móti búfólkinum á pensionatinum á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis verður mótmælt, at hægsti myndugleiki í málinum, uttanflokslandsstýrismaðurin Kristian Magnussen, sum hevði møguleika at steðga hesum ágangi móti búfólkinum, onki gjørdi men bert var áskoðari, meðan hesin ágangur móti búfólkinum bleiv framdur.
Eisini átalar VMF niðurskurðir og sparingarnar á Landssjúkrahúsinum og førda starvsfólkapolitikkin. Hesar sparingar gera, at starvsfólkini ongantíð kunnu kenna seg tryggan í sínum starvi, men alla tíðina hava ótryggleikan við starvssetanini hangandi yvir sær, sum eitt sálarligt trýst.
Hesin politikkur niðurbrýtur okkara sjúkrahúsverk og eigur tí at steðgast skjótast gjørligt, soleiðis at bæði sjúklingar og starvsfólk kunnu kenna seg tryggan innan sjúkrahúsgátt.
Soleiðis samtykt á landsnevndarfundi
6. des. 1997
landsformaður Alis Jacobsen