Yvirlýsing

Undirritaðu fakfeløg geva við hesum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara okkara fulla stuðul, í sambandi við tiltøk teirra, nú Landsstýrið hevur brotið galdandi avtalur.

Vit átala harðliga, at Eilif Samuelsen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri skúlaverkinum, noktar at taka upp samráðingar við Yrkisfelagið, fyri at finna eina loysn á trætuni. Tí landsstýrismaðurin, Eilif Samuelsen, átti at vitað, at stívrenda framferð hansara fær álvarsligar avleiðingar fyri næmingarnar á Studendaskúla- og HF-skeiðunum.

Framferðin hjá Eilif Samuelsen, landsstýrismanni, í fjølmiðlunum, tá hann tykist skjóta ábyrgdina av málinum yvir á annan landsstýrismann, er ódámlig. Somuleiðis hoyrir niðrandi orðalagið, ið landsstýrismaðurin hevur brúkt í fjølmiðlunum um fakligu tiltøkini hjá Yrkisfelagnum, ongastaðni heima.

Vit fara við hesum at heita á Eilif Samuelsen, landsstýrismann, um at síggja álvarsemið í málinum, og bera so í bandi, at næmingarnir á HF- og Studentaskúlunum sleppa til arbeiðis aftur


Tórshavn

tann 22. januar 1998

Vegna

Starvsmannafelagið

Sjúkrasystrafelag Føroya

Føroya Pleygardafelag

Føroyskir Ergoperapeutar

Føroya Postfelag

Føroya Pedagogfelag

Apoteksassistentarnir

Føroyskir Sjúkrahús-

laborantar

Magistarafelag Føroya

Føroya Sjúkrahjálparafelag

Føroyskir Fysioterapeutar

Ljósmøðrafelag Føroya

Økonomafelag Føroya

Føroya Verkfrøðingafelag

Føroyskir Radiografar