Á yvirlivilsisskeið í Sjónleikarahúsinum

Leygarkvøldið fer Havnar Sjónleikarafelag at frumframsýna leikin Survivors, ið er um nøkur starvsfólk, sum arbeiðsgevarar senda út á eina fjarskotna oyggj í Føroyum á yvirlivilsisskeið. Men leiðararnir tey hava við eru so veikir, at brádliga myndar happing, desperatión og óndskapur dagsskránna

Tað gongur hart fyri seg í hesum døgum í Sjónleikarahúsinum í Havn. Har er happing, ið fer ov langt á skránni, og øll eru óð við hvønn annan. Nei, tey eru ikki farin at klandrast í felagnum. Hinuvegin er Havnar Sjónleikarafelag í holtur við at leggja seinastu hondina á ein danskan sjónleik, ið Kamma Andersen hevur skrivað. Leikurin er rættiliga ókendur, og eitur Survivors. Tað er Egi Dam, ið leikstjórnar, og hann metir, at hetta er ein rættiliga spennandi sjónleikur.
-Hóast sjónleikurin er rættiliga ókendur, so valdu vit at fara í holtur við hann, tí vit mettu, at hann hevði góðar leiklutir, og var rættiliga spennandi at fáast við. Eisini er evnið aktuelt, og vit kunnu øll læra av spurninginum um, hví happing tekur yvir sjálvt millum vaksin fólk, sigur Egi Dam.
Leikurin er áhugaleikur, og tað eru sjey leikarar við.

Føroyskt Robinson
Sjangran í leikinum er realisma, og líkist leikurin ikki sørt tiltiknu Robinson sendingini á donsku sjónvarpsrásini Tv3, hóast tað eru nøkur frávik. Vit eru stødd á einari fjarskotnari føroyskari oyggj, har arbeiðsgevarar hava sent síni starvsfólk á yvirlivilsisskeið.
-Starvsfólkini eru send á leiðsluskeið, men hava tveir vánaligar leiðarar, ið ikki duga, at hava tamarhald á støðuni. Brádliga hendur eitt óhapp. Skeiðluttakarnir eru í óvandum umstøðum, og skulu fáast við eina rættiliga ógvusliga hending. Tey gerast meira desperat sum leikurin gongur, og burturúr koma nógvar áhugaverdar og spennandi løtur, sigur Egi Dam.
Tey sum hug at síggja leikin, kunnu leita sær í Sjónleikarhúsið leygarkvøldið. Leikurin er í einari akt og er umleið ein tíma til longdar.