Ein 30 ára gomul argentinsk kvinna ætlaði at gera enda á sær sjálvari, men ein hýruvognur og eitt ósannlíkt hepni gjørdu, at hon er á lívi. 30 ára gamla kvinnan leyp út av 23 hædd á Hotel Crowne-Plaza Panamericano í Buenos Aires. Men í staðin fyri at missa lívið við at lenda á asfaltinnum, lendi hon á takinum av einum hýruvogni, har hon endaði sitandi yvir førarasetrinum.
Tíbetur var bilførarin júst farin úr bilinum, annars bórust ikki boð í bý.
Ein annar hýsuvognsførari greiddi frá, at hann sá kvinnuna grulva upp um gelendaran og leypa út av hotellinum. Kvinnan er enn ikki eyðmerkt, men alt bendir á, at hon sleppur rættiliga væl.
Hotel Crowne-Plaza Panamericano er kent fyri sína matstovu ovast uppi, har gestirnir hava eitt frálíkt útsýni yvir Buenos Aires.