Ítróttarúrmælingarin, Ágnes Keleti er deyð 103 ára gomul.
Ágnes Keleti var ungarskur jødi, og hon var til deyða sín elsti olympiski gullvinnarin í heiminum.
Á olympisku summarleikunum í Helsinki í 1952, og í Melbourne í 1956 eydnaðist tað Ágnes Keleti at vinna fimm gullheiðursmerki í fimleiki. Haraftrat vann Ágnes Keleti trý olympisk silvurheiðursmerki og tvey olympisk bronsuheiðursmerki, og samanlagt 10 olympisk heiðursmerki.
Tá hon vann gullheiðursmerki á olympisku summarleikunum í Melbourne í 1956 var hon elsti kvinnuligi fimleikarin nakrantíð, ið hevði vunnið eitt olympiskt gullheiðursmerki. Ágnes Keleti var tá 35 ára gomul.
Ágnes Keleti varð fødd Ágnes Klein í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest 11. januar i 1921.
Í 1941 meðan seinna heimskríggj var uppá tað harðasta var Ungarn í parti við Nazitýsklandi. Hetta árið var Ágnes Keleti tveitt út úr fimleikafelagnum hjá sær í Budapest, tí hon var jødi. Hon yvirlivdi fyrstu tíðina við at fáa sær ein falskan samleika,ið ikki avdúkaði hennara jødiska uppruna. Hon giftist eisini við ungarska fimleikaranum, István Sárkány við vón um, at hetta fór at bjarga henni frá at verða send til eina nasistiska arbeiðslegu.
Stóra svenska hetjan, Raoul Wallenberg sum arbeiddi á svensku sendistovuni í Budapest bjargaði út við 100.000 ungarskum jødum undir nasistisku hertøkuni við at útvega teimum eitt svenskt pass, so nasistarnir ikki fingu sent hesi fólkini til týningarlegurnar. Millum mongu jødarnar Raoul Wallenberg bjargaði var Ágnes Keleti.
Pápin og pápabeiggjarnir hjá Ágnes Keleti vóru millum teir 550.000 ungarsku jødarnar, ið nasistarnir týndu undir seinna heimskríggi.
Meðan Ágnes Keleti kappaðist fyri Ungarn í fimleiki á olympisku summarleikunum í Melbourne í 1956 frætti hon um innrásina Sovjetsamveldið hevði gjørt í Ungarn. Hetta førdi til, at Ágnes Keleti søkti um friðskjól í Avstralia.
Stutt aftaná hetta flutti Ágnes Keleti til Ísrael, har hon bleiv gift uppaftur og fekk tvey børn. Hon tók tá við starvinum sum landsliðsvenjari hjá ísraelska fimleikalandsliðnum.
Í 2002 fekk hon heiðurspláss í "Hall of Fame" hjá altjóða fimleikasambandinum. Í 2017 varð hon heiðrað av ísraelska statinum fyri sítt arbeiði fyri ísraelskan ítrótt. Í 1991 fekk hon heiðurspláss í "Hall of Fame" hjá ungarska ítróttarsambandinum, tvey ár aftaná kommunistiska stýrið í Ungarn fall.
Ágnes Keleti er tann jødiska kvinnan sum hevur vunnið flest olympisk gullheiðursmerki.
Bert ein jødi hevur vunnið fleiri olympisk gullheiðursmerki enn Ágnes Keleti, og tað er amerikanski jødin, Mark Spitz sum var stóra hetjan hjá Jón Hestoy og nógvum øðrum føroyskum ungfólki í 1970-unum. Mark Spitz sum var svimjari vann sjey olympisk gullheiðursmerki á olympisku summarleikunum í München í 1972.
Longu í 1981 fekk Ágnes Keleti heiðurspláss í "International Jewish Sports Hall of Fame".