Tríggir dystir vóru leiktir í Okkaradeildini sunnudagin. Úrslitini gjørdust hesi:
Team Klaksvík - Kyndil 14-31 (7-15)
H71 tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarið ímóti KÍF, ið nú bert er eitt stig aftanfyri H71, ið eisini hevur leikt ein dyst færri. StÍF liggur eisini eittans stig aftanfyri Føroyameistararnar.
Team Klaksvík er einasta liðið uttan stig, eftir at Kyndil vann ársins fyrstu stig við stórsigri í Klaksvík í dag.
Støðan í Okkaradeildini sær soleiðis út: (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 5 | 141 | 119 | 22 | 8 |
2 | KÍF | 4 | 127 | 103 | 24 | 7 |
3 | StÍF | 5 | 142 | 139 | 3 | 7 |
4 | VÍF | 5 | 135 | 132 | 3 | 4 |
5 | Neistin | 5 | 129 | 130 | -1 | 4 |
6 | Kyndil | 4 | 105 | 107 | -2 | 2 |
7 | Team Klaksvík | 4 | 87 | 136 | -49 | 0 |