Eftir fimm vikur av hondbólskappingarárinum tykist Okkaradeildin sera jøvn.
Bert ein mansdystur var í Okkaradeildini hesa vikuna, og hann gjørdi sítt til at bert fýra stig eru ímillum seks tey ovastu eftir fimm leiktar dystir, tí at KÍF misnýtti møguleikan at leggja seg á odda, meðan Kyndil legði seg undir liðina á VÍf og Neistanum.
Einasta úrslitið í Okkaradeildini hesa vikuna var hetta:
Kyndil - KÍF 26-24 (14-9) (Trýst her)
Støðan í Okkaradeildini eftir viku 5 (hsf.fo):
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 5 | 141 | 119 | 22 | 8 |
2 | KÍF | 5 | 151 | 129 | 22 | 7 |
3 | StÍF | 5 | 142 | 139 | 3 | 7 |
4 | VÍF | 5 | 135 | 132 | 3 | 4 |
5 | Kyndil | 5 | 131 | 131 | 0 | 4 |
6 | Neistin | 5 | 129 | 130 | -1 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 4 | 87 | 136 | -49 | 0 |