Yvirlit: Hetta vita vit um álopið í New York

Maðurin, sum framdi álopið í New York er úr Uzbekistan, men hevur lógligt upphaldsloyvi í USA – fleiri myndir frá Ritzau síggjast niðanfyri

Maðurin, sum framdi álopið í New York er úr Uzbekistan, men hevur lógligt upphaldsloyvi í USA.

 

Ein vørubilur rakti í kvøld fleiri fólk, tá bilførarin eftir øllum at døma við fríum vilja koyrdi ímoti ferðsluni á fleiri gøtum nærindis Word Trade Center á Manhattan í New York. Átta fólk eru deyð.

 

Her eitt vyirlit yvir tað, sum vit vita um hendingina:

 

– 11 fólk er flutt á sjúkrahús í New York við álvarsligum skaðum. Eingin teirra er tó í lívsvanda, sigur sløkkiliðið í amerikanska stórbýnum.

 

– Tveir dulnevndir tænastumenn siga við The New York Times, at kanningarfólk hava sæð eitt hondskrivað bræv á arabiskum nærindis vørubilin, har álopsmaðurin svørjir trúskap til Islamskan Stat (IS).

 

– Motivið hjá illgerðarmanninum er enn ókent, hóast The New York Times hevur lýst brævið, har hann eftir øllum at døma svørjir trúskap til IS.

 

– Tann mistonkti illgerðarmaðurin er vorðin eyðmerktur sum Sayfullo Saipov. Hann er 29 ára gamal og úr Tampa í Florida. Hann er tó føddur í Uzbekistan og kom ikki til USA fyrr enn í 2010. Saipov býr lógliga í USA.

 

– Myndugleikar siga, at Saipov rópti »allahu akbar« (Gud er størstur), tá hann leyp út úr bilinum. Hann varð skotin í búkin, og støðan hjá honum er kritisk.

 

– Vørubilurin var leigaður í statinum New Jersey beint við New York. Tað er enn ikki greitt, júst hvar illgerðarmaðurin leigaði bilin.

 

– Tað er heldur ikki greitt, um Saipov hevur lagt álopið til rættis, ella um tað var gjørt sum ein spontan handling.

 

Keldur: The New York Times, CNN, VG, CBS, AP.

 

/ritzau/