Yvirlæknar krevja 16 milliónir

Yvirtíð sum ikki er avspákað kann enda sum sakarmál um 16 milliónir krónur

 

Dagur og Vika visti í kvøld at siga, at serlæknafelagið hevur sent leiðsluni á Landssjúkrahúsinum bræv, har tey krevja, at yvirtíð, sum serlæknarnir eiga tilgóðar, nú verður antin avspákað ella útgoldin.

 

Kringvarpið hevur fingið innlit í brævið, har felagið hjá serlæknunum ger vart við, at hóast yvirtíð helst skal avspákast, so ber hetta ikki til við verandi arbeiðstrýsti. Felagið hevur spurt einstøku yvirlæknarnar, hvussu nógv hesir hava tilgóðar í uppspardari yvirtíð, og samlaða talið snýr sum um einar 16 milliónir.

 

Í brævinum verður eisini skrivað, at serlæknafelagið hevur samskifti við sakførara, og at felagið – um neyðugt – er til reiðar at fara í rættin við málinum.

 

Sigurd Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, sigur við Dag og Viku, at tað í útgangsstøðinum eru depilsleiðslurnar, sum hava ábyrgd av yvirtíðini hjá læknunum, men hann leggur afturat, at hetta sjálvandi er ein keðilig støða hjá Landssjúkrahúsinum.