Vegna Miðflokkin
Bill Justinussen og Jenis av Rana
Við undran lýtur Miðflokkurin at teimum broytingum, ið sjúkrahúsleiðslan og landsstýrismaðurin í heilsumálum hava sett í verk- og teirri harav skaptu arbeiðsmarknaðarkreppu. Felags fyri broytingarnar á føðideildini, á psykiatriska deplinum og innan sjúkraflutning tykist vera ein arrogansa, sum ikki er vanlig á okkara leiðum. Um samráðst varð yvirhøvur, so vóru hesar við útvaldar partar, meðan onnur, herundir fakfeløg, eru vanvird.
Ein og hvør við minstu royndum ella útbúgving á økinum veit, at skulu broyingar gerast á arbeiðsplássum, so er avgerðandi fyri, um hesar skulu eydnast, at tey, ið broytingarnar fevna um, kenna seg vird, eru kunnaði um og tikin við uppá ráð. At loyva útvaldum pørtum innlit, og, sum í aktuella stríðnum á landssjúkrahúsinum, at útiloka fekfeløg teirra raktu, er burturvið- og leggur upp til stríð.
Eitt arbeiðspláss sum landssjúkrahúsið, har so mangir og ymiskir fakbólkar hava sítt dagliga virki, setur stór krøv til leiðsluførleika, serliga samstarvsevnum viðvíkjandi. Júst trístreingjaða leiðslan átti at borga fyri hesum, men tað tykist sum um hendan leiðsla, heldur enn at virka fyri friði, misnýtir sín rætt at leiða til at trýsta ígjøgnum úvtvald sjónarmið. Slíkt kann ikki annað enn elva til stríð, og er tað júst vanlukkuliga støðan, vit eru endaði í. At hetta stríð nú hóttir við at breiða seg til alt samfelagið varð eyðsýnt, og átti politiksa leiðsla landsins at havt steðga hesum, áðrenn tað hendi.
Miðflokkurin heitir staðiliga á leiðslu landssjúkrahúsins, landsstýrismannin á økinum og virkandi samgongu, um at virða føroysku fakfeløgini og heldur enn at provokera við m.a. fútarætti, við opnum sinni at bjóða til samráðingar. Núverðandi støða, har sjúkrahúsleiðslan hevur tikið sjúklingin, og samgongan fakfeløgini, sum gíðslar, er alt annað enn virðilig- og tænir ongum til sóma.