Yvirlýsing um yvirtøku av loftferðsluni

Føroyar og Danmark hava gjørt felags yvirlýsing um at lýsa og fyrireika ein møguliga yvirtøku av flogferðsluni Á fundi í Keypmannahavn hava Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, og Flemming Hansen, flutnings- og orkumálaráðharri, undirskrivað felags yvirlýsing um at lýsa og fyrireika eina møguliga yvirtøku av málsøkinum flogferðsla, skrivar Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi.

Eftir yvirtøkulógini avgera føroyskir myndugleikar sjálvir, nær málsøkið verður yvirtikið. Av tí at talan er um eitt umfatandi málsøki við fleiri tekniskum, fyrisitingarligum og altjóða tættum, eru partarnir samdir um at lýsa málsøkið væl áðrenn yvirtøku. Ein partur av lýsingini fer at snúgva seg um, hvussu føroyingar kunnu hava virknari leiklut í útinnanini av loftferðslutænastuni í loftrúminum, skrivar Vinnumálaráðið.

Landsstýrismaðurin sigur í hesum sambandi:

- Eg eri stak væl nøgdur við, at vit í dag hava fingið eina felags fatan av málinum, og at vit nú fáa eina gjølla lýsing av hesum málsøkinum við einum uppskoti til, hvussu yvirtøkan kann fremjast, um politiskur vilji er til tað. Tað er ikki løtuverk at yvirtaka eitt so stórt málsøki, og ein serlig avbjóðing er at skulu uppbyggja eina føryska civila loftferðslufyrisiting við tí neyðuga fakliga førleikanum og fakliga umhvørvinum, sigur Bjarni Djurholm.