Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag
Norðoya Tjóðveldisfelag átalar at løgmaður Jóannes Eidesgaard hevur lagt fyri Løgtingið mál nr. 95 "Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera" og mál nr. 96 "Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Lov om Færøerenes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler""
Verða hesi mál samtykt í Løgtinginum, verður tað til stóran skaða fyri sjálvstýrisstríð føroyinga. Við hesum lógum verða Føroyar bundnar tættari at Danmark. Føroyingar fáa eingi nýggj rættindi við hesum lógum, men hinvegin fær danska stjórnin staðfest, at vit eru heilt og fult undirgivin danskt statsvald og donsku grundlógina.
Góðtekur Løgtingið hesar lógir, er tað eitt afturstig í mun til heimastýrislógina, tí sjálvt við henni góðkendi Løgtingið ikki danska ríkislóggávu, ið beinleiðis slær fast, at Løgtingið hevur ongar sjálvstøðugar heimildir yvirhøvur. Føroyar vera bert at meta sum "Kongeriget Danmark forsåvidt angår Færøerene.
Fyri at undirstrika hetta vilja vit vísa til brot úr donsku viðmerkingunum til lógaruppskotið:
"Som nævnt vil der ikke være tale om en egentlig overladelse af beføjelser til at handle i mellemfolkelige anliggender. Regeringen vil derfor fortsat have udenrigspolitisk kompetence også i de anliggender, der omfattes af en bemyndigelse til det færøske landsstyre."
"Hensynet til rigsenheden og grundlovens § 19 indebærer endvidere, at Færøernes landsstyre ved udøvelsen af udenrigs-politiske handlinger - der som anført bliver folkeretligt bindende for hele riget - vil være afskåret fra at handle i strid med rigets interesser, herunder rigets generelle udenrigspolitik."
Somuleiðis vilja vit átala at hóast fleiri føroyskir og útlendskir løgfrøðingar og serfrøðingar í altjóðarætti hava víst á, at hesi lógar-uppskot einki framstig eru, men heldur eitt afturstig og binding av føroyskum rættindum, roynir samgongan at skrumbla málini gjøgnum Løgtingið og uttan-landsnevndina, uttan at loyva andstøðuni at innkalla altjóða serfrøðingar, ið kunnu lýsa avleiðingarnar av lógaruppskotunum fyri Føroyar.
Norðoya Tjóðveldisfelag heitir tí á Løgtingið um beinanvegin at støðga undirbrotligu støðuni og forða fyri, at avtalurnar hjá løgmanni og donsku stjórnini skerja rættindini hjá Føroya fólki og Føroya løgtingi.
Norðoya Tjóðveldisfelag fer inniliga at heita á allar sjálvstýriskreftir á Tingi um ikki at atkvøða fyri hesum báðum málunum.










