Yvirkoyrdur á veg tvørtur um vegin

Løgreglan ávarar um, at tað er rættiliga hált í morgun

Um nátturðatíð í gjárkvøldið hendi eitt ferðsluóhapp á krossvegnum ímillum Bøkjarabrekku og R.C. Effersøesgøtu mitt í Havn.

Ein maður, sum var á veg tvørtur um vegin eftir gonguteiginum, tá ið hann varð ákoyrdur av einum bili.

Maðurin fór á Landssjúrkahúsið, har hann hevur ligið í nátt til eygleiðingar, men tað bendir ikki á, at hann hevur fingið álvarsligan skaða.

Løgreglan hevur ikki avhoyrt mannin enn og tískil vita tey ikki akkurát, hví, ella hvussu, óhappið hendi.

Annars sigur løgreglan at tað er serstakliga hált í morgun og at tað eru hend nógv ferðsluóhapp, men talan er bara um smávegis skaðar. Tískil ávarar løgreglan bilførarar um at vísa størsta varsemi í morgun.