Fyrst í næstu viku roknar Yvirkærunevndin hjá FSF at koma við eini niðurstøðu í málinum, um ólógpengaflytingarnar í EB/Streymi. Yvirkærunevndin viðgerð í løtuni klaguna frá Loyvisnevndini um úrskurðin hjá Aganevndini.
Yvirkærunevndin sigur sambært Norðlýsinum, at tey rokna við at avgreiða málið sjálv. Tað merkir so, at málið væntandi ikki fer víðari til Aganevndina ella Loyvisnevndina.
Norðlýsið skrivar, at tað hevur verið trupult hjá Yvirkærunevndini at hittast í summarsteðginum, men nú sæst ein endi fyri framman.










