Yvirhála Føroyar okkum skjótt?

Norska landsliðið í fótbólti er í fríum falli á FIFA-styrkislistanum.

Meðan føroyska fótbóltslandsliðið ongantíð hevur havt betri dagar og væntandi setur nýtt met á FIFA-styrkislistanum, sum verður almannakunngjørdur 9. juli, er gongdin hjá norska landsliðnum hin øvugta.

 

Undan undankappingini til HM í 2014, var Noreg í ovasta styrkisbólkinum, meðan teir í lutakastinum til HM-undankappingina í 2018, vera at finna í fjórða styrkisbólkinum.

 

Tvær ferðir hevur Noreg verið roknað sum heimsins næst besta landslið, sambært styrkislistanum hjá FIFA. Hetta var í oktobur 1993 og í juli 1995. Síðani aldarskiftið hevur gongdin tó bara verið ein veg, tó undantikið frá 2008 til 2010. Við árslok 2008 lá Noreg nummar 59 á listanum, við árslok 2010 hevði norska liðið klatrað upp á eitt 12. pláss, men síðani gekk aftur galið.

 

Á styrkislistanum frá mai í ár lá Noreg á 70. plássi, men klatraði eitt lítið vet á styrkislistanum í juni, upp á 64. pláss. Tó, fríggjadagin megnaði norska landsliðið einans ein málleysan javnleik móti Aserbadjan, ið liggja niðanfyri Føroyar á styrkislistanum.

 

Tað er tó eitt lítið vet betri enn higartil vánaligasta styrkismetingin hjá norska landsliðnum, sum lá nummar 76 á heysti í fjør.

 

Á styrkislistanum, sum verður almannakunngjørdur 9. juli, verður Ísland væntandi besta norðurlendska tjóðin, beint framman fyri Danmark. Síðani kemur Svøríki, og so Noreg, nøkur fá stig framman fyri Føroyar.

 

Tí er tað, norska Aftenposten spyr sínar Facebook-fylgjarar:

Ísland er betri enn vit í fótbólti, fara Føroyar eisini at yvirhála okkum á FIFA-styrkislistanum skjótt?