Tað var lítil mótstøða at merkja móti uppskotinum um flogvøll í Nólsoy, tá Sosialurin loddaði dýpið umborð á Rituni Tað var sum vera man mikið prát um uppskotið um at gera flogvøll á Borðuni í Nólsoy fyrradagin umborð á Rituni, eftir at Sosialurin hevði borið uppskotið alment fram.
Onkur hevði okkurt fyrivarni, men yvirhøvur tóku nólsoyingarnir væl ímóti uppskotinum hjá Magnusi Hansen.
Summi fokuseraðu meiri upp á tann veruleika, at skal flogvøllur gerast í Nólsoy, so verður neyðugt eisini at gera ein undirsjóvartunnil út í oynna. Tað er eftir øllum at døma nakað, sum í hvussu er summir nólsoyingar ganga og droyma um.
Tað vóru spennandi møguleikarnir heldur enn tað árin, ein slík ætlan annars hevði havt á umhvørvið og oynna sum heild, ið fólk tóku fram. Og tað er einki at taka seg aftur í, at ein slík ætlan gevur óánaðar møguleikar fyri fólkið í oynni, tað sigur seg sjálvt.
Og nú landsstýrismaðurin hevur úttalað seg um, at hann ynskir møguleikan kannaðan, er uppskotið ikki longur bara ynskidreymur og luftkastellir, men ein ítøkiligur møguleiki.
Alt í einum
Sjálvt um vit fyri tað mesta slotaðu og ikki tóku so dúgliga lut í prátinum, spurdu vit ítøkiliga tveir av teimum, sum dagliga ferðast við Rituni til Havnar til arbeiðis, men sum hava rættiliga nógv við hagarnar í Nolsoy at gera, hvat teir hildu.
Jógvan Thomsen, fyrrverandi borgarstjóri í Nólsoy og stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum, er eisini formaður í einum av hagunum í Nólsoy, Junkarshaganum, sum er mittasti hagin í oynni. Hesin hagin verður rættiliga nógv merktur av ætlanunum, verða tær til nakað.
- Hetta er eitt frálíkt hugskot. Her fær mann alt í einum. Plássið er slætt og tú fær tvær flogbreytir, og tú sleppur heilt undan turbulensi. Tað er veðurgott og tú kanst lenda í so at siga øllum líkindum. Og eg dugi ikki at síggja, at hendan ætlanin á nakran hátt fer at ávirka ætlanina um Nólsoy sum grøna oyggj, sigur Jógvan Thomsen, sum eisini er limur í trímannanevndini, sum arbeiðir fyri Nólsoy sum grøn oyggj.
Eisini René Hansen, sum í mong ár hevur verið seyðamaður í Heimaruhelvt, sum verður lítið og einki ávirkað av einum møguligum flogvølli, er positivur, men ger samstundis greitt:
- Logiskt sæð er ætlanin bæði skilagóð og áhugaverd. Men verður hon framd mugu vit gera okkum greitt, at Nólsoy verður ikki tann oyggin, vit kenna í dag.










