Yvirhøvur turt alla vikuna

Eitt hátrýst yvir Skandinavia og Norðhavinum fer spakuliga í ein sunnan og landsynning. Komandi dagarnar rekur tí rættiliga turr og køld luft inn yvir Føroyar av eystri.

 

Veðrið í dag

Lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin hækkar í ein eystan og landnyrðing og frískar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sól í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Eitt skifti sólglttar, men annars fyri tað mesta skýggjað og út á dagin kanska regn ella okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s,, sum minkar í lot til andøvsgul, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Lot til andøvsgul av eystanætt, undir 8 m/s, sum út á dagin veksur í gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin alt samdøgrið millum 2 og 7 stig.

 

Sunnudagin

Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 6 stig.