Dagfinn Olsen
Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri á Eysturskúlanum heldur ikki, at tað er so trupult at útvega næmingum starvsvenjingarpláss. Trupulleikin liggur meira í, at tey á Eysturskúlanum hava so nógvar næmingar, og tað er ikki løtuverk at fáa alt at ganga upp, sigur Bjarni Djurholm. Hann hevur onga viðmerking til tað, ið sagt verður um, at skúlar og lærarar vilja leingja heystfrítíðina og tí leggja starvsvenjingina har. Á Eysturskúlanum eru næmingarnir í 9. og 10. flokkunum í starvsvenjing fyri jól og í februar, so Bjarni Djurholm kennir einki til trupulleikarnar viðvíkjandi heystfrítíðini.
Hann metir, at privatu arbeiðsplássini eru lagaligast. Fyri jól er eisini nógv at gera í handilsvinnuni t. d., meðan tað í februar er heldur minni virksemi á tænastuøkinum. Bjarni Djurholm metir, at flestu næmingarnir sleppa í starvsvenjing innan tað yrki, ið teir hava ynskt, men tað veldst eitt sindur um starvsøki, hvussu væl tað gongur at finna pláss.
Bjarni Djurholm sigur í sambandi við úttalilsini hjá Olaus Jespersen um, at nógvir skúlar bert koma við einum ynski um, nær starvsvenjingin skal vera, at Eysturskúlin altíð hevur fylt bæði ynskini út á lepanum, ið skúlarnir fáa frá skúlamynduleikunum um, nær skúlin ynskir at hava starvsvenjingina. Eitt sindur verður kanska flutt aftur og fram, men Bjarni Djurholm metir, at sum oftast verða ynskini gingin á møti.
? Men lærarar hava ikki frí, hóast næmingarnir eru í starvsvenjing, sigur hann.










