Yvirhøvur ansa foreldrini væl eftir at børnini sita í trygdarbelti. Tað er niðurstøðan hjá løgregluni, nú tey hava gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, tá ið skúlarnir byrja.
Fremsta endamálið er at kanna eftir um børnini, sum verða koyrd í skúla, sita í trygdarbelti, men í sama viðfangi verðru eisini hugt eftir, um onnur viðurskifti eru eftir forskriftunum.
Hetta er eitt átak hjá løgregluni, sum fer at vara eina tíð afturat, men higartil hevur tað gingið væl. Ferðslan er kannað við fleiri skúlar kring landið, bæði stórar og smáar, uttan at nøkur foreldur hava fingið klipp í koyrikortið fyri at lata børnini sita leys í bilinum.
Men í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra eitt barn í skúla, uttan at spenna tað í trygdarbelti. Bilførari, sum hevur børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey sita í trygdarbelti, fær klipp í koyrikortið.
Men støðan er munandi batnað, tí tá ið løgreglan áður hevur kannað skúlaferðsluna, hevur tað verið javnan, at børn sita leys í bilinum.