Yvirhálaði í tunli

Ein bilførari yvirhálaði í Norðoyatunlinum, og ein annar bilførari varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Eysturoy

Í vikuskiftinum fekk løgreglan eina fráboðan um yvirháling í Norðoyatunlinum.
- Tað var ein bilførari, sum boðaði frá, at hann varð yvirhálaður stutt eftir at vera farin inn í tunnilin Klaksvíksmegin.
Løgreglan sigur, at bilførarin sá bókstavirnar, men ikki tølini á nummarplátuni.
- Hinvegin sá bilførarin, sum boðaði frá, at hetta var ein hýruvognur, og tí tók tað ikki langa tíð hjá okkum at finna fram til rætta føraran, sigur løgreglan.
Um 07.30-tíðina sunnumorgunin tók løgreglan eisini ein bilførara Millum Fjarða í Eysturoy fyri at koyra við kenning.