Yvirhálaði á gonguteigi og misti koyrikortið

Ein maður fekk í dag frádømt koyrikortið í hálvt ár fyri fyrilitsleysa koyring, tá hann yvirhálaði ein bil við ein gonguteig, har ein kona skuldi yvur um vegin við barnavogni. Hendingin fór fram í apríl í ár, tá maðurin kom koyrandi eftir Hoyvíksvegnum norðureftir. Hann yvirhálar ein bil, sum var steðgaður við ein gonguteig. Maðurin, sum yvirhálar, varnast ikki, at ein kona er á veg út á gonguteigin í vinstru síðu.

Maðurin játtaði seg sekan í fyrilitsleysari koyring.

Ákærin mælti til, at maðurin fekk eina bót upp á 1500 krónur og skuldi haraftrat missa koyrikortið í hálvt ár. Orsøkin til, at hann skuldi missa koyrikortið var, at hann hevði ein annan ferðsludóm frá mars 2008, har hann hevði fingið treytaða frádøming av koyrikortinum fyri ov nógva ferð.

Ein av treytunum var, at hann ikki mátti bróta ferðslulógina næstu trý árini, og tá hendan royndartíð ikki var av, misti maðurin koyrikortið í hálvt ár.

Maðurin tók við dóminum.