Yvirgangurin í Irak fer at veksa

Tað verða fleiri yvirgangsatsóknir í Irak teir næstu mánaðarnar, sigur amerikanski umsitingarleiðarin í landinum, Paul Bremer

Paul Bremer, sum stendur á odda fyri amerikonsku umsitingini í Irak, ivast ikki í, at tað, sum yvirgangurin í Irak fer at halda fram, og at atsókinirnar verða uppaftur fleiri teir næstu mánaðarnar, enn tær hava verið.
- Vit fara at síggja bæði fleiri og verri atsóknir, sigur hann við The Times. Sjálvur heldur Paul Bremer, at tann veksandi yvirgangurin er ein roynd at beina fyri teimum framstigum, sum hóast alt eru hend í Irak.
Tað eru ikki bert irakar, sum standa fyri yvirganginum, sigur Paul Bremer. Hann vil tvørturímóti vera við, at fleiri hundrað væl skipaðir yvirgangsmenn eru komnir til Irak úr londum sum Sudan, Sýrialandi, Jemen og Saudiarabia. Hetta hevur fingið irakska stjórnarráðið at mæla amerikanarunum til at skipa eina irakska trygdardeild, sum bæði sunnimuslimar og shiamuslimar skulu manna. Bremer sigur við The Times, at hann er sinnaður at viðgera uppskotið, men leggur afturat, at fyrrverandi menn hjá Saddam Hussein sleppa ikki upp í trygdardeildina, verður hon skipað.
Síðani fríggjadagin hava amerikonsk flogfør bumbað støð í Irak, har teir halda, at yvirgangsmenn halda til.