Yvirgangurin í París í 2015 í rættinum í dag

Í dag byrjaði belgiska rættarmálið ímóti teimum, sum eru løgd undir at hava hjálp illgerðarmonnum handan fleiri av álopunum í París í november í 2015, eitt nú álopið á spælistaðið Bataclan.

 

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Á ákæurbeinkinum sita 14 fólk.

Tilsamans doyðu 130 fólk í álopunum, sum Islamskur Statur seinni tók sær ábyrgdina av.

Roknað verður við, at rættarmálið varir fram til 20. mai.