Yvirgangur ovast á breddanum

Báðir føroysku fólkatingslimirnir nýttu stóran part av sínari talutíð til at umrøða yvirgangsatsóknirnar í USA 11. september undir orðaskiftinum um setanarrøðuna hjá forsætisráðharranum í Fólkatinginum hóskvøldið.

Magnus Dam

Keypmannahavn


Fólkatingslimirnir tóku sostatt tráðin upp eftir danska forsætisráðharran, sum í røðu síni í høvuðsheitum viðgjørdi hendingarnar 11. september og støðuna í Danmark og heiminum eftir hendingarnar.

Meðan Jóannes Eidesgaard legði út við at tosa um yvirgangsatsóknirnar og síðani tosaði um politisku støðuna í Føroyum, gjørdi Óli Breckmann øvugt. Hann byrjaði við politisku støðuni og viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og brúkti seinnu helvt av talutíðini til at tosa um yvirgangsatsóknirnar.

Samanumtikið var alt orðaskiftið í Fólkatinginum nógv merkt av yvirgangsatsóknunum og flóttafólkapolitikkinum hjá Danmark, sum av álvara hevur verið samrøðuevnið hesar seinastu vikurnar.


Føroyar og Grønland við

Bæði Jóannes Eidesgaard og Óli Breckmann tóku undir við Poul Nyrup Rasmussen, sum í setanarrøðuni segði hava varhugan av, at Føroyar og Grønland vilja taka lut í altjóða royndunum at basa herviliga yvirganginum. Báðir fólkatingslimirnir styðja altjóða royndunum ímóti yvirgangi og tí kós, sum vesturheimurin hevur stungið út í kortið.

Óli Breckmann mælti staðiliga til, at vit eru á varðhaldi fyri islamisku fundamentalistunum. Eisini í Danmark, sum eftir hensara tykki hevur ein ov linan innflytarapolitikk, sum hóttir við at beina fyri danska samfelagnum, sum vit kenna tað í dag. Men hendingarnar í USA 11. september hava havt eitt skifti við sær í donskum politikki, helt Óli Breckmann. Serliga á vinstravonginum, sum nú tykist nærkast borgarliga vonginum í eitt nú trygdarspurningum, og tað er at fegnast um, segði Óli Breckmann.

Jóannes Eidesgaard ávaraði vesturheimin ímóti at leypa framav í hesi truplu tíð. Beinast skal fyri rótini til hendan óndskapin, og tað gerst millum annað við at minka um vaksandi ójavnan, sum valdar millum ríka og fátæka partin av heiminum, segði hann. Stigini, sum fara at verða tikin, skulu lýta frameftir og byggja á sunnar og rationellar avgerðir.

Hvørgin teirra er í iva um, at demokratisku kreftirnar fara at sigra á altjóða yvirganginum, og báðir søgdu seg vilja standa lið um lið við danska fólkinum í stríðnum móti yvirgangi.


Hildu fast um sítt

Vóru føroysku fólkatingslimirnir samdir um føroyska stuðulin móti altjóða yvirgangið, so kom ósemjan teirra millum hinvegin til sjóndar, tá teir viðgjørdu politisku støðuna millum Føroyar og Danmark.

Hetta er ein ósemja, sum hevur verið teirra millum meginpartin av valskeiðnum, so í so máta var einki nýtt í boðskapunum hjá fólkatingslimunum.

Óli Breckmann fegnaðist um, at blokkstuðulin verður lækkaður á nýggjárinum, samstundis sum skúlamál, forsorgarmál, skipasýn og onnur málsøki koma undir føroyskt málsræði.

- Fólkaflokkurin heldur, at tað hevur týdning fyri sjálvsvirðingina hjá føroyingum, at vit verða 350 milliónir krónur minni heftir at donskum ískoytum, segði hann.

Jóannes Eidesgaard helt hinvegin lítið bragd vera í at fremja hesar yvirtøkurnar, sum í nógv ár í veruleikanum hava verið á føroyskum hondum. Hetta eru smá stig á sjálvstýrisleið, helt Jóannes Eidesgaard.


Mugu fara hóvliga fram

Stóra stríðsmálið millum landsstýrið og stjórnina seinastu tíðina hevur verið ætlaða yvirtøkan av løgregluni og rættarskipanini. Í hesum spurninginum vóru teir báðir samdir um, at her er neyðugt at fara hóvliga fram.

Jóannes Eidesgaard helt tað vera náttúrligt, at føroyingar yvirtaka rættarskipanina, av tí at vit hava lóggávuvaldið og útinnandi valdið á flestøllum økjum. Men hetta er ikki nakað, sum skal gerast eftir einum fyrraparti.

Ivamál hevur verið um, hvørt heimastýrislógin skal broytast ella ikki, og samanumtikið eru ov nógv ivamál í samband við hendan spurningin, sum neyðugt verður at fáa greiðu á.

- Sum tíðin gongur, gerst tað alsamt greiðari, at besti mátin at rudda ivamálini burtur er við at skifta heimastýrislógina út við eina nýggja sjálvstýrislóg. Tað hevði verið ein virðiligur avloysari hjá heimastýrislógini, segði Jóannes Eidesgaard.

Stjórnin hevur skotið upp, at spurningurin um løgregluna og rættarsskipanina skal loysast av einum felags embætismannabólki hjá landsstýrinium og stjórnini.

- Landsstýrið má svara stjórnini uppá uppskotið um eitt sovorðið samstarv. Vit mugu lata vit og skil ráða fyri at røkka einum líka góðum úrslitið sum á teimum økjum, har hóvliga samráðingarkósin hevur avgreitt spurningin um blokkstuðulin og aðrar yvirtøkur. Hetta er í øllum førum støðan hjá løgmanni, segði Óli Breckmann.

At meta eftir orðunum hjá danska forsætisráðharranum, so er eingin ivi um, at stjórnin fer at halda fast um, at heimastýrislógin skal broytast, um løgregla og onnur málsøki skulu yvirtakast.

- Tað skal ein broyting til, undirstrikaði forsætisráðharrin at enda í orðaskiftinum. Við sínari viðmerking, var forsætisráðharrin tann einasti at gera viðmerkingar til teir báðar føroysku røðararnar, sum neyvan fáa orðið ofta aftur í hesum valskeiðnum. Fólkatingsval verður í seinasta lagi í marts, og tað eru tey, sum rokna við, at tað kann koma hvørja løtu tað skal vera.