Yvirgangur: Mistonkti maðurin er úr Sudan

Salih Khater eitur maðurin, sum í gjár koyrdi á eina vegforing við bretska tjóðartingið. Enn er ógreitt, hvat endamálið var, siga keldur

Maðuin, sum koyrdi bilin inn í vegforðingina við tjóðartingið í London og sum koyrdi tætt framvið fólki á súkklu og til gongu, er av sudanskum uppruna.

 

Navnið er Salih Khater, og hann er bretskur ríkisborgari. Motivið er enn ókent, sigur ein evropisk trygdarkelda.

 

Hann varð handtikin í gjár beint eftir hendingina.

 

Áðrenn hevði hann koyrt eftir plássinum framman fyri tjóðartingið við fullari ferð, har fólk til gongu og á súkklu vóru í stórum vanda. Tvey máttu á sjúkrahús við skaða.

 

– Tað verður enn viðgjørt sum yvirgangur, men motivið er enn ókent sigur keldan.

 

Tann handtikni er 29 ára gamal , og í dag kanna løgreglan ymsar bústaðir í Miðonglandi.

 

Sambært kelduni kemur Khater úr Birmingham. Hann er ikki kendur av løgregluni ella fregnartænastuni.

 

Stjórin fyri bretsku antiyvirgangseindina segði í gjár, at hendingin við tjóðartingið var »ein tilætlað hending« við ein ikoniskan bygning. Tí verður málið kanna sum ein yvirgangsatsókn.

 

Tann handtikni hevur verið róligur, tá løgreglufólk beint eftir at hann hevði rent á vegforðingina við tjóðartingið tóku hann úr bilinum, einum silvurlittum Ford Fiesta.

 

Løgreglan upplýsti í gjár, at tey høvdu rannsakað á tveimum bústøðum í Birmingham og einum í Nottingham fyri at kunna skilja »allar umstøðurnar og motivið handan gerðina«.

 

Tað ljóðaði eisini í gjár, at tann handtikni ikki vildi samstarva.

 

Hendingin týsdagin og skjóta atferðin hjá løgregluni vísti, at yvirganstilbúgvingin við tjóðartingið riggar.

 

22. mars í fjør koyrdi ein 52 ára gamal bretsktur ríkisborgari, Khalid Masood, á fólk til gongu við Westminster Bridge, og fimm fólk doyðu.

 

Hann helt fram móti tjóðartinginum og koyrdi á eina vegforðing. Her eydnaðist tað honum at drepa ein løgreglumann við knívi, áðrenn hann varð skotin og dripin av løgregluni.

 

/ritzau/Reuters