Tjetjenski uppreistrarleiðarin, Doku Umarov, heitir nú á viðhaldsfólk síni um at gera alt, tey eru ment, fyri at forða fyri, at olympisku vetrarleikirnir kunnu vera í russiska býnum, Sotji, næsta ár.
Tey leggja til rættis vetrarleikirnar á gravunum hjá forfedrum okkara, og tað kunnu vit ikki lata henda, sigur Umarov í einum sjónbandi, sum er blivið almannakunngjørt.
Har ger Umarov samstundis greitt, at gamla forboðið ímóti at leypa á russisk mál uttan fyri Norður-Kaukasus, ikki longur er galdandi. Vetrar-OL verður í Sotji við Svartahavið, nærhendis Norður-Kaukasus.
Doku Umarov er mest eftirlýsti uppreistrarleiðarin í øllum Russlandi, og bólkur hansara stóð eitt nú aftan fyri bumbuatsóknina á flogvøllinum í Moskva í 2011 og í metroini í Moskva í 2010.









