Tað var ein skelkur fyri allan heimin, tá sjónvarps- og útvarpsstøðir týsdagin stillaðu beinleiðis yvir á gøturnar í New York at siga frá, at tvey fløgfør høvdu rent beint inn í bæði tvíburatornini í World Trade Center.
Ruðulleikin byrjaði klokkan trý korter til níggju lokala tíð, tá eitt flogfar rendi beint inn í tað syðra av teimum báðum 410 metra høgu tvíburatornunum av World Trade Center.
Longu 18 minuttir seinni rendi næsta flogfarið í norðara tornið. Og nú var greitt, at talan ikki var um nakað óhapp, men um beinleiðis yvirgang.
Síðani ganga 52 minuttir, og meðan World Trade Center stendur í ljósum loga og ruðulleiki valdar í New York, frættist, at eitt triðja flogfar hevur rent seg inn í risa bygningin hjá Pentagon í stjórnarbýnum, Wasington
Tøma bygningar
Um hetta mundið verða allir almennir bygningar í meginpartinum av USA tømdir fyri fólk. Sjálvt Hvítu Húsini verða tømd, og tíðindi frættast um, at roykur kemur úr Hvítu Húsunum, og at ein bilbumba er brostin í parkeringskjallaranum í Uttanríkisráðnum. Men hesi tíðindini verða seinni avsannað.
Ruðulleikin er nú fullkomin ? halda fólk. Men tað ganga ikki meira enn fimm minuttir, til syðra tvíburatornið í World Trade Center fellur saman sum eitt korthús og betong og stál fýkur yvir trongu gøturnar í miðjum New York. Hetta hendi klokkan 10.00 lokala tíð. Ein tíma eftir, at flogfarið rakti tornið.
Síðani ganga ikki meira enn 28 minuttir, til tað norðara tornið eisini dettur saman. Nú liggja tey bæði tornini, sum eru umleið 100 metrar hægri enn Beinisvørð, sorað í gøtunum í New York.
Og lítið bil seinni, hoyrist, at eitt fjóðra flogfar er dottið niður í ein landssynning úr Pittsburg í Pensylvanina.
Heimskreppa
Nú er fullkomin ruðulleiki.USA verður lýst í krígsrættarstøðu, og allur heimurin er á gosi um tað, sum er hent. Stjórnarleiðarar, bæði í Miðeystri og í vestara heiminum skunda sær at fordøma atsóknina móti USA.
Eingin veit, hvør hevur framt atsóknina, og stjórnarleiðarar meta støðuna so álvarsama, at full tilbúgving verður sett í verk. Hetta er eisini galdandi her heima í Føroyum, her Marinustøðin í Havn og Nato støðin í Mjørkadali eru fult tilbúnar, um nakað víðari skuldi hent.
Í skrivandi stund, beint fyri middag mikudagin føroyska tíð, er enn ikki greitt, hvør framdi atsóknina móti USA. Men amerikanski forsetin, George W. Bush, hevur lovað amerikanska fólkinum, at atsóknin skal verða hevnd. Og hann hevur eisini sagt, at londini, sum hýsa yvirgangskroppunum ikki skulu kenna seg trygg.
Amerikonsk bløð vita at siga, at fimm illgrunasamir arabar eru tiknir í USA við handbókum til flogfør hjá sær. Men enn er ikki greitt, um hesir hava samband við atsóknina. Tó siga tíðindastovur, at myndugleikarnir hava greiðar ábendingar um, at múgvandi yvirgangskropuurin, Bin Ladin, sum hevur lýst heilagt kríggj móti USA, hevur samband við atsóknina. bin Ladin goymir seg í Afganistan.
Bløðini í USA eru farin at leggja trýst á amerikanska forsetan um at hevna atsóknina, og í oddagrein mikudagin sigur Washington Post, at tjóðin miðvíst má fyrireika seg til aldarinnar fyrsta kríggj, ið byrjar við at finna og revsa, teir, ið stóu fyri hópdrápinum.