Yvirgangsmenn keyptu donsk pass

Hevur spanska løgreglan rætt, ganga minst 30 yvirgangsmenn við donskum passi uppi á sær, sjálvt um teir einki hava við Danmark at gera.

Sponsku løgreglumenninir, sum kanna yvirgangsatsóknina í Madrid tann 11. mars, vilja vera við, at yvirgangsmenninir hava havt samband við viðhaldsfólk í Danmark og Svøríki.

Eitt nú heldur løgreglan seg vita, at maðurin, sum skipaði fyri atsóknini, jordanin Abu Musab al-Zaquawi, hevur keypt 30 følsk donsk pass, sum hann rindaði góðar 600.000 krónur fyri. Berlingske Tidende skrivar, at passini eru frá árunum 1996 - 2001, og at maðurin, sum útvegaði passini, eitur Abu Rached. Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til tíðindini.

Spanska løgreglan veit ikki, hvar Abu Musab al-Zaquawi er, men nógv bendir á, at hann fjalir seg onkunstaðni í Evropa. Franska løgreglan vil vera við, at hann hevur verið heilin aftan fyri fleiri atsóknir, eitt nú eina bumbuatsókn í Bagdad tann 2. mars, sum kravdi 181 mannalív. Spanska løgreglan sigur seg hava prógv fyri, at nakrir av bumbumonnunum í madrid høvdu samband við al-Zaquawi so seint sum í januar.

Enn er eingin yvirgangsmaður tikin við følskum donskum passi, men spanska løgreglan sigur, at ein maður við svenskum passi hevði samband við teir, sum løgdu bumburnar í Madrid.