Yvirgangsmenn hildið toppfund

Amerikanarar vilja vera við, at leiðarar í fleiri yvirgangsfelagsskapum hava hildið toppfund einastaðni á markinum millum Brasil, Paraguay og Argentina

Yvirgangur
Árni Joensen:

Amerikanska sjónvarpið CNN sigur seg hava fingið tíðindini frá keldum í amerikansku fregnartænastuni CIA. Sambært keldunum hildu leiðararnir fund nærhendis býnum Ciudal del Este, og sagt verður, at umboð fyri Hizbollah og fleiri aðrar felagsskapir, sum taka undir við yvirganginum hjá Osama bin Laden og al-Qaeda, vóru á fundinum.
Argentinsku myndugleikarnir boðaðu fyri fjúrtan døgum síðani frá, at vandi var fyri yvirgangsatsóknum í landinum. Ovastin í argentinsku fregnartænastuni SIDE, Miguel Torro, segði tá, at fregnartænastan hevði fingið ábendingar, sum vístu, at yvirgangsmenn vóru í ferð við eitt ella annað. Hann helt, at roknast kann við fleiri atsóknum, leypa amerikanarar á Irak.
CNN veit frá øðrum keldum at siga, at yvirgangsmenn fyrireika fleiri atsóknir at ísraelskum og amerikanskum málum. Fyrireikingarnar eru í Miðeystri, og oddamaður sigst vera ein, ið nevnir seg Imad Mugniyeh, og sum vanliga heldur til í Iran og Libanon. Sambært CNN er tað eisini hann, sum samskipar yvirgangsvirksemið í Suðuramerika.
Argentinska fregnartænastan vil vera við, at Imad Mugnyieh hevur skipað fyri fleiri yvirgangsatsóknum seinastu 20 árini, og at hann hevur tilknýti til Hizbollah og aðrar felagsskapir so sum Islamskt Jihad og Gamaa al Islamiya. Allir trígir felagsskapirnir eru á amerikanska yvirlitinum yvir yvirgangsfelagsskapir.