Yvirgangsávaring liður í valstríði

Ávaringin um møgulig álop á USA er liður í valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst

Amerikonsku myndugleikarnir ávara nú amerikanararnar um, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda fyrireikar álop á mál í USA í summar. Nevnt verður, at uppstillingarfundirnir upp undir forsetavalið í november kunnu vera álopsmál.
Men eygleiðarar í USA halda, at ávaringin er liður í valstríðnum hjá George W. Bush, forseta.
? Stjórnin noyðist at ávara fólkið um, at okkurt kann vera í væntu. Tí skuldi okkurt hent, kann hon nú vísa á, at fólkið var ávarað, sigur ein av eygleiðarunum við tíðindastovuna Reuters.
Aftan á álopið tann 11. september í 2001 var Bush-stjórnin fyri hvøssum atfinningum, tí hon hevði ikki tikið upplýsingar um eitt komandi álop í álvara.