Yvirgangsálop móti Louvre

Eitt miseydnað yvirgangsálop varð roynt framt móti kenda listasavninum Louvre í París í morgun.

 

Ein maður, ílatin tveir ryggsekkir, vápnaður við tveimum machetum, leyp á ein hermann, sum vardi inngongdina til listasavnið. Hermaðurin fekk onkrar smásnuddir, meðan álopsmaðurin varð skotin fimm ferðir, millum annað í búkin. Hann er enn á lívi, men er sera illa løstaður.

 

Franski forsætisráðharrin, Bernard Cazeneuve, sigur, álopið eyðsæð eitt álop, sum minnir um yvirgangsálop, meðan løgreglustjórin í París sigur, at viðmerkingar frá manninum benda á, at hann ætlaði at fremja eitt yvirgangsálop. Sambært løgreglustjóranum rópti hann Gud er stórur á arabiskum, tá hann leyp á.

 

Ryggsekkirnir eru kannaðir, men sambært løgregluni vóru eingi spreingievni í teimum.

 

Løgreglan veit í hesi løtu ikki, hvør maðurin er. Ein annar maður, sum uppførdi seg illgrunasamt, er eisini handtikin.

 

250 vitjandi vóru á listasavninum. Tey vóru øll afturhildin á savninum inntil tað var mett, at trygt var at fara. Nú er listasavnið stongt fyri dagin.

 

Kelda: Le Monde.fr