Rógvi á Rógvu
John Johannessen tosar um at menna tónleikin eitt nú við at stuðla og marknaðarføra føroyskan popp tónleik til útlendskan marknað, tað haldi eg at vit skulu lata plátufeløg taka sær av. Tað er rætt at brúk er fyri meira stuðuli til at menna tónleikin og tónleikaumstøðurnar, men skal tað gerast rætt, skal tað stuðlast her heima. Tónlistin skal stuðlast, og má tann skapandi listin verða í hásæti og hava frælsi til at mennast til tað hon vil, uttan nakra politiska ávirkan, so fáa vit eina serstaka og fjølbroytta tónlist á einum høgum støði sum er til gagns fyri øll, eisini politikarar.
Tað hevur stóran týdning at góðar arbeiðsumstøður verða skaptar fyri tónleikarar her heima, fleiri venjingarhølir fyri bólkar og einstaklingar, ein enn betri musikkskúla, og ikki minst tónleikapallar (konserthús og arbeiðspláss fyri tónleikarar), har tónleikarar og áhoyrarar kunnu mennast. Hettar er ein breið og effektiv loysn sum fer at geva stórt listarligt avkast, og tá kunnu vit saktans reypa um eina ríka tónleikamentan.