Yvirbóking: Dysturin hjá kvinnunum er fluttur

Kvinnurnar hjá HB spæla klokkan 12 í morgin, meðan B36 spælir til ásettu tíð, sum er klokkan 15

Fyrr í kvøld skrivaði In.fo, at Tórsvøllur var yvirbókaður seinnapartin í morgin, tá bæði besta mansliðið hjá B36, og besta kvinnuliðið hjá HB, stóðu til at spæla. Tað er nú tikin avgerð um, at kvinnurnar hjá HB spæla klokkan 12, sjálvt um kappingarnevndin ásetti at allir dystirnir í 20. og seinasta umfari helst skuldi spælast í senn.

- Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum ásetti, at allir dystirnir hjá kvinnunum skuldu spælast klokkan 15.15. So var trongligt, tí B36 vildi spæla tá og hevur ikki vilja flutt til eitt nú klokkan 18. HB heldur fast við, at dysturin ikki skal spælast á ovara vølli, tí hann er ikki brúkiligur. Onkrir dystir hava verið har, og har verður mett ikki spælandi, og ikki nakað vit kunnu bjóða mótstøðuliðunum, sigur Tórmóður Stórá, formaður í HB og leggur afturat:

- Kappingarnevndin valdi at broyta tíðásetingina, men um HB skuldi spæla upp á eitt annað tíðspunkt, so skuldi tað verða áðrenn hinar dystirnar. Tí kom tíðspunktið klokkan 12, sigur formaðurin í HB.

Nú er endaliga avgjørt, at HB kvinnurnar spæla móti EB/Streymi/Skála klokkan 12 á Tórsvølli, og menninir hjá B36 spæla móti TB á Tórsvølli klokkan 15.