Yvir um ánna eftir vatni

Í sambandi við orðaskiftið um løgtingsins fíggjarlóg kunngjørdi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, at »danir teir umfíggjaðu skuldina hjá okkum, og sjálvir høvdu teir fíggjað frá grundini av aðrastaðni millum 5 og 5 og eitt hálvt prosent. Og teir vóru so beinasamir, at teir læntu tað víðari til tað niðurpínda føroyska samfelagið fyri sjey prosent«. (Dimmalætting).

Ein áheitan úr løgtinginum til ríkisumboðið/finansministeriið hevur nú avdúkað, at tað, ið landsstýrismaðurin segði frá løgtingsins røðarapalli, var ósatt.
Hesa mannminkandi eyðmýking kundi hann so ruddiliga sloppið sær undan, um hann fyrst hevði biðið onkran evnaligan næming á sínari skrivstovu útvegað sær relevant tøl úr landskassans roknskapum:

LandskassansGoldnar
uttanlandsskuld:rentur:
1. januar 19933 mai. x)1993: 297 mió. = uml. 10% p.a.
1. januar 19955.6 mia. xx)1995: 437 mió. = uml. 7,5% p.a.
1. januar 20004.5 mia. xxx)2000: 211 mió. = uml. 5% p.a.

x)Lán úr Danmark0.74 mia.
Lán úr øðrum londum2.26 mia.
xx)Lán úr Danmark3.90 mia.
Lán úr øðrum londum1.70 mia.
xxx)Lán úr Danmark4.50 mia.
Lán úr øðrum londum0.00 mia.

Umbering og 10-ára gomul tøkk fyri hjálpandi bróðurhond hevði verið hóskandi at ljóðað frá tingsins høga røðarapalli.
Í grannalandinum í ein sunnan ? har gentlemanvøggan stóð ? eitur slík tign: good behaviour.
Men tað er lítið sannlíkt, at felags-lagnu-og-felags-blóð-føroyingar finna uppá slíkt »fjas«, tí, sumtoir siga, at danir í 500 ár (16 ættarlið) hava kúgað og roynt at kippt føroyskt frælsi!
So segði maðurin: »Hann náði okkum fyri nationalistiskum heilavavstri«.